Nýggj menningarleið?

Oddagrein

Handilssambandið við Japan við í dag hava varð m.a. grundað sum úrslit av eini týðandi vitjan í Japan í 1983, fyriskipað av táverandi ídnaðarráðgevanum Tórmóði Dahl, sála. Nú hava so føroyingar aftur verið á vitjan í hesum fjarskotna men fyri okkum týdningarmikla landið landið marknaði. Eftir øllum at døma kann burtur úr hesi vitjan koma ein sera áhugaverd ætlan. So nú er at fáa hana at eydnast. Og fyritreytirnar fyri at hon skal eydnast eru góðar, tí í dag byggja vit alt hetta á bæði føroyska, norska og íslendska vitan.

Næsta stigið verður at byggja umrødda virkið í Lorvík og síðani skapa grundarlag fyri at fáa rávøruna til lands. Sigast má, at tað er við framskygdum og framfýsnum fólkum, at henda ætlan verður sett út í kortið og vónandi gerst veruleiki, fólkum, sum hava skil á at reka skip og at reka virki. Betri kann kombinatiónin ikki verða. Tí mugu allir føroyingar fult út stuðla hesi nýhugsan, sum jú hevur við sær, at vit troyta alt tilfeingi og ikki sum í dag, har partar av fiskinum ikki verða brúktir. Við hesi ætlan skulu bæði innvølur og livur koma til lands eisini.

Í áhugaverdu sjónvarpssendingini í vikuni hoyrdu vit, at reiðarar eru við at búgva seg til at byggja skipini, at henda ætlanin kann lata seg gera. Tað er sera positivt.

Men so mugu eisini aðrir spurningar loysast. Tað hevur nevniliga víst seg at vera ein trupulleiki við býtislutfallinum hjá manningarfeløgunum, tá livur og innvølur skulu takast við til lands. Fyrr var tað soleiðis, at rogn, sil oa. man tók til ísfisk við føroyskum trolarunum býtti manningin millum sín, og reiðararíini tóku ikki so stóran part av tí. Okkurt týðir uppá, at man verður noyddur at gera eina líknandi skipan nú framyvir, skal hetta projektið eydnast. Og tað eiga manningarfeløgini og reiðaríini at hava í huga við næstu samráðingum.