Club 700 bjóðar hvørt vikuskifti tónleik og tiltøk av ymsum slagi. Í kvøld hevur verid X-factor kvøld á Fornagørðum, og um eina lítla løtu fara millum annað Fissan frá Kongerne af Marielyst og Micheal frá reality sendingini Paradise Hotel at mingla og heilsa uppá fólk.
Leygarkvøldið sær eisini spennandi út, sigur Jóan Magnus Magnusson ein av fyrireikarnum, tá verdur nevnliga tunnusláttur og vit luta gódar vinningar út til kattakongin, sum vónandi er funnin á midnátt. Harafturat verður Pubquiz og livandi tónleikur vid Búgva og Terja.
Sum nakað heilt nytt er nú eisini matstova í bygninginum. Tad er Kim Bjarnaberg, sum er kokkur, ið hevur leigað seg inn í hølið. Hetta er næsti dagurin matstovan er opin, og fyrireikarnir siga, at ætlanin er at borðreiða við einari fjølbroyttari skrá frameftir, og somuleiðis at hava intimar trubadurar á gátt, sum eina part av upplivingini.