Nýggj Magn-støð

Saltangará: Fólk í Runavík og á eystara armi á Skálafjørðinum kunnu nú so smátt byrja at gleða seg til eina nýggja bensinstøð.

Í hesum døgum verður arbeitt við at byggja eina nýggja bensinstøð á Høgabóli.

Ein umsókn um hesa byggingina var samtykt av Runavíkar býráði í summar, eftir eina umsókn ið var dagfest 7. februar í ár umvegis Ai2-Arkitekt&Ingeniør í Kolding.