Føroyska málnevndin varð stovnað í 1985 sum málrøktar- og málverndarstovnur. Hon verður vald fjórða hvørt ár, og tað er Mentamálaráðið, sum velur limirnar eftir tilmæli frá stovnum og feløgum. Skeiðið hjá nevndini, ið nú situr, er frá 1. oktober 2005 til 30. september 2009. Í henni sita Zakaris Svabo Hansen, adjunktur, Tórshavn, sum umboðar Móðurmálslærarafelagið, Ann Ellefsen, studentaskúlalærari, Tórshavn, fyri Mentamálaráðið, Turið Sigurðardóttir, lektari, Tórshavn, fyri Føroyamálsdeildina, Randi Jacobsen, blaðkvinna, Klaksvík, fyri Blaðmannafelagið, og Heðin M. Klein, lærari, Tórshavn, fyri Rithøvundafelagið. Zakaris S. Hansen er formaður.
Heimasíðan
Málnevndin hevur eisini eina heimasíðu við ymiskum málsligum tilfari. Har eru m.a. rættskrivingarreglur, máltáttur og øll Orðafarini, sum Málnevndin gav út frá 1985 til 2002. Eisini eru nakrir orðalistar, m.a. jarðfrøðiorðalisti, oljuorðalisti, teldorðalisti, fundarorðalisti og listi við uppskotum til nýggj orð, umframt at leinki eru til aðrar føroyskar orðalistar. Eisini sæst ein síða við mangan settum spurningum
Dømi um uppskot til nýggj orð:
distributionscenter = útbýtingarmiðstøð, útbýtingarstøð
firewall = verjugarður (teldorð)
frokost = miðmáli
fyrfadslys = bikarljós
paraglider = flogskíggi
territorialgrænse = umveldismark
USB disk = geymi (teldorð)
workshop = verkstova
Dømi um mangan settan spurning:
Nær eiga vit at brúka vera og nær verða, t.e. nær eigur ver(ð)a at hava ð?
Tá ið tað er natúrligt at seta er inn í staðin fyri var, um vit gera setningin til nútíð, hevur tað ikki ð, men tá ið tað er natúrligt at seta verður inn í staðin fyri varð, um vit gera setningin til nútíð, hevur tað ð, t.d.
Takið var málað grønt : Takið er málað grønt
Takið varð málað grønt : Takið verður málað grønt.
Skriva vit Takið varð málað ella Húsini vórðu málað, fór arbeiðið fram í tíðini, vit skriva um. Skriva vit Takið var málað ella Húsini vóru málað, var arbeiðið longu gjørt frammanundan.
varð/verður sigur frá onkrum, sum fer fram, eini tilgongd, men var/er sigur frá eini støðu.
Málstovan er opin millum klokkan 9 og 16 allar yrkadagar. Telefonnummarið er 312397, og teldupostadressan er mariuss@setur.fo. Heimasíðan er at finna á www.fmn.fo.