Sambært týskum tíðindamiðlum eru skot latin av í einari keypsmiðstøð í týska býnum, München, og fleiri fólk eru deyð.
Brotsmenninir vera jagstraðir av týsku løgregluni, men sambært týskum miðlum er eingin tikin enn.
- Vit halda, at tað var meira enn tann eini brotsmaðurin, og skjótingin byrjaði í McDonald's í keypsmiðstøðini.
Týska løgreglan segði fyri løtu síðan, at fólk enn eru inni í keypsmiðstøðini, og nú verður roynt at fáa tey út.