Í fjør var ljósskipanin kring vøllin við Løkin í Runavík skift út soleiðis, at hon nú lýkur altjóða krøvini.
Í kvøld samtykti Runavíkar býráð, at nú skulu ljósini kring vøllin undir Mýruhjalla á Skála skiftast.
Hetta verður gjørt í samráð við Maskinhandilin í Saltangará, sum var veitari av ljósunum við vøllin í Runavík, og sum eisini verður veitari av ljósunum á Skála.
Á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu verður sagt, at arbeiðið á Skála verður truplari og harvið dýrari at loysa enn í Runavík. Størri lendisarbeiði og vindviðurskiftini á staðnum eru orsøkin til tað.
Býráðið roknar við, at tað verður komið á mál við arbeiðnum seinni í ár.
Býráðið í Runavík samtykti eisini í kvøld, at gera nátthús í skýliskjallaranum við fótbóltsvøllin í Runavík, og at gera kioskbygningin miðskeiðis í skýlinum omanfyri vøllin lidnan skjótast gjørligt.
Roknað verður við at hesi bæði arbeiðini við vøllin í Runavík verða liðugt gjørd, tá ið nakað verður liðið út á kappingarárið, sum tað verður farið undir annan sunnudag.