Fjølmiðlafólkini Óluva Zachariasen, Høgni í Jákupsstovu og Kári Durhuus taka við leiðsluni á tíðindadeildini í Kringvarpinum. Ein fyribilsleiðsla við trimum fólkum fer at leiða tíðindadeildina í Kringvarpinum ígjøgnum eina menningartilgongd fram til heystar. Tilgongdin hevur til endamáls at skipa tíðindadeildina av nýggjum, har menning, trivnaður, mið og mál standa ovasta á breddanum.
Óluva Zachariasen, Høgni í Jákupsstovu og Kári Durhuus fara at mynda leiðsluna hetta tíðarskeiðið, sum verður býtt upp í trý skeið á tveir til tríggjar mánaðir hvørt skeiðið. So hvørt eitt stig er tikið, verður tilgongdin eftirmett.
Kári Durhuus verður virkandi tíðindaleiðari við evstu ábyrgd av deildini mótvegis stjóranum, og hann fer fyrst og fremst at taka sær av menningarpartinum. Kári Durhuus er útbúgvin journalistur og hevur seinnu árini starvast sum sjálvstøðugur samskiftisráðgevi, men undan tí starvaðist hann sum tíðindamaður bæði í útvarpinum og sjónvarpinum. Hann tekur við 1. apríl.
Óluva Zachariasen fer sum redaktiónsleiðari at hava um hendi tíðindaflutningin í útvarpinum, har hon er í starvi í dag. Óluva Zachariasen er bachelor í stjórnmálafrøði og hevur drúgvar royndir sum tíðindakvinna og hevur eisini starvast sum samskipari.
Høgni í Jákupsstovu verður redaktiónsleiðari á sjónvarpstíðindunum, har hann arbeiðir í løtuni. Hann er útbúgvin journalistur og hevur seinnu árini starvast sum tíðindamaður bæði í útvarpinum og sjónvarpinum.