Samráðingarnar millum Tjóðveldisflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin um eina býráðssamgongu í Klaksvík eru nú komnar so langt, at flokkarnir eru vorðnir samdir um samstarv. Nú er eftir at gera eitt samgonguskjal.
Fríggjakvøldið samráddust flokkarnir frá klokkan 20.00 til klokkan 23.00, og tá komu teir á mál.
Flokkarnir eru vorðnir samdir um, hvør skal vera borgarstjóri, og hvør skal manna tær ymsu nevndirnar.
Tað verður Steinbjørn Jacobsen úr Tjóðveldisflokkin, sum verður borgarstjóri. Varaborgarstjóri verður Torleif Sigurðsson úr Javnaðarflokkinum.
Stríð um borgarstjóran
Síðani valkvøldið fyri viku síðani hevur verið tosað aftur og fram um samgongu, men stóra stríðsmál hevur verið borgarstjórasessurin, sum tríggir flokkar hava hildið seg havt rætt til.
Tjóðveldisflokkurin boðaði valkvøldið frá, at hann vildi hava leiðsluna, tí hann hevði størstu framgongdina á valinum.
Fólkaflokkurin, sum hevur havt borgarstjóran seinastu átta árini, vildi ikki geva leiðsluna frá sær, tí flokkurin er framvegis størsti flokkur í Klaksvík.
Og til seinast helt Javnaðarflokkurin eisini, at hann átti rætt til borgarstjóran, tí flokkurin stóð saman við Sjálvstýrisflokkinum í samráðingunum.
Nevndirnar broyttar
Flokkarnir ætla at skipa nevndirnar øðrvísi, enn tær hava verið skipaðar seinasta valskeið. Nú verða fleiri nevndir, enn tað hava verið.
Sambært okkara upplýsingum skal Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum verða formaður í Sosialu nevnd, og nývalda Jórun Høgnesen úr Tjóðveldisflokkinum verða formaður í Mentanarnevndini. Seinastu fýra árini hevur hetta verið ein og sama nevnd. Men nýggja býráðið heldur, at arbeiðið innan hesi øki eru so týdningarmikið, at neyðugt er at hava eina nevnd til hvørt økið.
Rani Nolsøe úr Tjóðveldisflokkinum verður formaður í nýggjari nevnd, sum kallast Umhvørvis- og menningarnevndin. Hetta er ein víðkan av núverandi Heilsunevndini.
Torleif Sigurðsson úr Javnaðarflokkinum verður formaður í Havnanevndini, og Karl Heri Joensen úr Sjálvstýrisflokkinum verður formaður í Teknisku nevnd og Byggi- og býarskipanarnevndini.
Steinbjørn Jacobsen er sum borgarstjóri formaður í Fíggjarnevndini.










