Eins og í fjør verður ein serlig øl bryggjað til Eplafestivalin. Í fjør var tað Kálvur Lítli, sum bleiv uppkallaður, og í ár er tað vinkonan, Cecilia, betri kend sum Húsfrúgvin.
Tað er Jóhan Mortensen og Annika Waag úr Føroya Bjór, sum hava bryggjað nýggju ølina. Ølin verður lýst sum ein floralur, femininur ølur, við hvassleika, júst sum Húsfrúgvin sjálv.
Ølin er ikki einasta vøran á Eplafestivalinum, sum Jóhan Mortensen eigur ein lut í. Trøllanesskinkan, sum hevur hingið og turkað í einum hjalli á Trøllanesi, verður eisini at fáa. Tað er í hjallinum hjá hjúnunum Maud og Bárði Østerø í Trøllanesi, at skinkan verður turkað.
Eplafestivalurin verður á Sandi leygardagin.