Nýggja lógin um val í fólkakirkjuni er nú lýst. Lógin ásetir gjøllari reglur um m.a. kirkjuráðsval, og nakrar av størru broytingunum eru, at: ? Í smæstu kirkjusóknunum (upp til 59 kirkjufólk) verða einans 4 kirkjuráðslimir, í mun til 6 í dag; men Biskupur kann loyva, at niður í trý fólk manna kirkjuráðið
? Valkort verða nýtt
? Vallistarnir verða ikki lagdir fram alment
? Listasambond verða ikki loyvd, men í staðin ber til at hava fleiri fólk á lista
? Kirkjuráðsval skal vera í hølum, sum eisini eru atkomilig hjá teimum, ið bera brek
Kirkjuráðsvalið í heyst verður seinasta ferð, ið sonevnd ?friðarval? kunnu vera, um bert ein listi kemur inn. Løgtingið gjørdi av, at til kirkjuráðsvalini um 4 ár skal val vera í øllum kirkjusóknum við fleiri 500 kirkjufólkum, valstýrið í minni sóknum kann tó gera av, at avlýsa val, um bert ein listi kemur inn.
Reglur um val til próstadømisráð, og um at velja ein leikan lim í Stiftsstjórnina, eru eisini í lógini. Hesi valini verða samstundis, nakað eftir ársskiftið, og her hava bert kirkjuráðslimir valrætt, meðan øll kirkjufólk eru valbær.
Lógaruppskotið var liðugt í vár, men kom ikki til viðgerðar í Løgtinginum tá. Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, ið eisini varar av kirkjumálum, fegnast um, at breið semja er í tinginum um lógina. Landstýrisskvinnan fegnast eisini um, at Mentanarnevndin og Løgtingið bóru so skjótt at undir viðgerðini av lógaruppskotinum, at góðar stundir nú eru hjá biskupi at fyrireika kirkjuráðsvalini, sum verða kring landið 3. november 2009, skrivar www.mmr.fo