BUNKRING
Oljubryggjan í Fuglafirði, haðani skip bunkra tungolju, er djúpsta havn í Føroyum. Men kortini er hon ikki nóg djúp til, at øll hugsandi skip, sum ferðast um okkara leiðir, kunnu leggja inn á Fuglafjørð at bunkra tungolju.
Í øðrum londum er vanligt, at støð eru úti á reduni, har olja kann bunkrast, men við kunngerðini, sum Innlendismálaráðið hevur havt úti til hoyringar og sum væntandi verður sett í verk fyrsta dagin, verður sambært grein 4 í nevndu kunngerð bannað at bunkra olju í sjónum.
Fín kunngerð
Fuglafjarðar kommuna, sum eigur oljubryggjuna í Fuglafirði, haðani EFFO Bunkers hevur sínar tungoljuveitingar, fer tí at søkja Innlendismálaráðið um loyvi til bunkring á Pollinum í Fuglafirði, innanfyri havnarmerkini hjá kommununi og innanfyri streym.
Kunngerðin um bunkring av olju, sum landsstýrið arbeiðir við at seta í verk, hevur verið til hoyringar hjá nógvum ymiskum pørtum, og millum hesar hevur hon eisini verið til hoyringar hjá Fuglafjarðar kommunu.
Sigurd Simonsen, borgarstjóri, heldur, at hetta er ein fín kunngerð, og hann heldur tað eisini vera gleðiligt, at neyvari og neyðugar fyriskipingar koma á hesum øki.
- Tað er bara henda eina greinin í kunngerðini, sum okkum ikki hóvar, tí hon tekur burtur møguleikarnar at bunkra tey stóru skipini, sum ferðast um okkara leiðir. Í grein 4 í hesi kunngerð verður nevniliga sagt, at ikki er loyvt at bunkra skip, sum ikki liggur bundið við bryggju, og tað er her, at framtíðar oljuveitingar úr Fuglafirði fáa ov stórar og óneyðugar avmarkingar.
Borgarstjórin vísir á, at landsstýriskvinnan í innlendismálum, Annika Olsen, veit um støðuna hjá Fuglafjarðar kommunu, tí tey hava havt hana í Fuglafirði til prát um hesi viðurskifti.
- Eg skilji væl, at innlendismálaráðið tekur burtur møguleikarnar at bunkra skip úti á streymasjógvi, og vit skilja eisini ómetaliga væl, at allar neyðugar fyriskipingar og atlit skulu takast til bunkring á sjónum.
Hann ásannar eisini, at skal bunkring loyvast innan havnamerkini hjá eini kommunu, skal hetta í fyrsta lagi verða innanfyri streymasjógv, eins og kommunan skal veita trygd fyri, at øll viðurskifti eru í lagi.
Taka fulla ábyrgd
- Vit eru rímliga væl útgjørd á hesum øki í Fuglafirði, og vit vilja tí taka fulla ábyrgd av slíkari bunkring. Vit hugsa okkum, at tá skip verða bunkrað innanfyri Pollin, verða sperrur lagdar um skipið, soleiðis at eingin vandi yvirhøvur kann standast av slíkari bunkring.
Sigurd Simonsen vísir á, at dýpið við oljubryggjuna er 14 metrar, har tað er djúpast, men tað eru nógv stór skip, ið ferðast um okkara leiðir, sum ikki kunnu liggja við eina slíka bryggju.
- Hesi skip brúka eisini olju, og tey brúka nógva olju og skulu hava bunkringar. Tí er tað ein spurningur, um møguleikar skulu gevast hesum skipum at bunkra her – ella tey skulu noyðast at bunkra aðrastaðni.
Hann vísir á, at tað er vanligt í øðrum londum at hava ávísar havnir og ávís støð, har slíkar bunkringar fara fram undir neyvum mannagongdum sum tryggja, at so at siga eingin vandi er við dálking, um óhapp skuldi hent.
- Okkara uppskot er tí, at Innlendismálaráðið loyvir bunkring á einum staði í Føroyum, áðrenn møguleikar annars gevast teimum stóru skipunum at bunkra við bryggju.
Borgarstjórin vísir á, at kanningar aðrastaðni vísa, at tað er nógv tryggari at bunkra skip úti á reduni, um hendan annars er egnað til bunkring, enn við bryggju.
- Hinvegin skilja vit væl, at Innlendismálaráðið í einari kunngerð ikki vil loyva bunkring út á firðum, har harður streymur er og trupult er at byrgja uppfyri dálking, um óhapp henda.
Altjóðagerðin
Sigurd Simonsen vísir á, at skipaferðslan kring um Føroyar er rættiliga stór, og tí dugir hann ikki at síggja tað skilagóða í slett ikki at loyva bunkring á ávísum staði – og innanfyri streymasjógv.
Tað eru nú sløk tvey ár síðan, at Faroe Bunkers, sum nú kallast EFFO Bunkers, fór at lata tungolju og olju annars til skip og virkir.
Sigurd Simonsen veit at siga, at samlaða talið av litrum, sum í fjør fór um bryggjukantin í fjør, var stívliga 100.000.
- Størsti parturin av hesum er latin skipum, sum hava bunkrað í Fuglafirði, meðan ein partur eisini er latin virkjum, sum brúka tungolju, eitt nú ídnaðarvirkinum Havsbrún í Fuglafirði.
Borgarstjórin endurtekur, at kunngerðin, sum Innlendismálaráðið hevur latið til hoyringar og sum nú væntandi verður sett í verk fyrsta dagin, er sera góð.
- Vit hava heldur onga aðra viðmerking til kunngerðina enn tað, sum vit siga um grein 4. Hendan greinin kemur at avmarka veitingarnar úr Fuglafirði, og tað meta vit vera sera óheppið, tá bunkring innanfyri havnamerkini hjá kommununi saktans kann skipast undir bestu og tryggastu umstøðum.
Tríggjar inntøkur
Borgarstjórin leggur aftrat, at kommunan eisini hevur søkt um at fáa flutt havnamerkini hjá kommununi eitt sindur longur út á fjørðin.
Skipanin er hon, at skip, sum koma inn um havnamerkini hjá kommununi, skulu rinda havnagjald, men ikki brúgvagjald.
- Ein kommuna hevur tríggjar inntøkur av havnini. Tað er havnagjald, brúgvagjald og vørugjald, og vit fáa eisini vørugjald, tá bunkringar fara fram innan fyri havnamerkini hjá kommununi. Nú so nógv verður tosað um globalisering, eiga vit ikki at steingja okkum úti frá tí møguleika, sum bunkring av olju til stór skip er, heldur Sigurd Simonsen, borgarstjóri.