Í hesum døgum eru nýggj og spennandi kort at síggja í detailhandlum kring landið. Tað er listakvinnan Edith Mørkøre í Hoyvík, sum hevur tikið stigið og sniðgivið hesi kort við hjálp frá Bjørg Mohr Andersen og Jákupi Zachariassen. Myndevnini hevur hon tilevnað úr saltdeiggi, brent og málað.
Kortini hava eina einfalda og skemtingarsama útsjónd, sum ger at tey við sínum kláru og persónligu útsjónd koma at gleða móttakaran.
Edith Mørkøre sigur, at nógv ymsik kort eru at fáa í handlunum kring landið í dag. Flestu teirra eru náttúrumyndakort sum eru føroysk. Vit síggja eisini nógv kort við føroyskum teksti, sum eru beinleiðis umsett úr donskum, enskum o.s.v.
Hendan føroyskt framleidda kortrøð hevur 16 ymiskum myndaevni, 4 jóla og 12 onnur í samband við merkisdagar og líknandi. Kortini eru 14x14cm til støddar, pakkaði saman við konvolutti í snøggun foliupakka. Vegleiðandi prísur er 29,95 fyri kortið.
Kortini eru at fáa í hesum handlum:
Streymoy: H.N Jacobsens Bókhandil , Rit & Rák í SMS, Hjalmar Jacobsen, Thomas Dam á hálsi, 2x3, Klokkan SMS, Vøggan á Hálsi, Teir & Tara í Miðlon, Ide Møblar, Marjun Heimá, Snák í Miðlon, Maria Poulsen í miðbýnum, Blómuhandilin Akkuleya, Einar Mikkelsen, Svalin, Blómuhandilin Árstíðirnar, Prima, Bókasølan Logos, Bixin, Sølubúðin á Landsjúkrahúsinum og Gávubúðin Li – Wi í Streymnesi.
Eysturoy: Bókabúðin í Saltangará, Jomar á Norðskála, Colorama – Botex home í Saltangará, Haraldsen í Fuglafjørði, Vitin í Saltangará og Orkis á Glyvrum.
Klaksvík: Alfa Bókhandil , Black & White, EL-IN, Blómuhandilin Flora, Leivur Ellingsgaard, Leikalund, Blómuhandilin Summardáin, Eilif Arge Gávubúð, Hjá Annu og Bambino.
Vágar: Dáin, Gávubúðin Prýði á flogvøllinum og Kurvin.