Nýggj klokka á Tórsvølli

Í samstarvi við Fót­bólts­sam­band Føroya, hev­ur Tórs­havn­ar Komm­una sett upp nýggj­­an stór­skíggja við Tórs­vøll. Eftir ætl­­an verð­ur nýggja klokk­­an tik­in í nýtslu, tá Før­oyar og Týsk­land spæla U21-landsdyst nú fríggj­a­dag­in.

Skíggin er av sama slagi, tó nakað størri, sum skíggin við ovara vøll í Gundadali, og skíggj­an, ið er settur upp við vøllin inni í Vika á Argjum.

Støddin á skíggja­num er 320 tummar.