Síðani hendan samgongan tók við, hevur hon gjørt nógv burtur úr at gera nýggjar kloakkskipanir í kommununi. Nú er túrurin so komin til Nólsoyar Stutt fyri summarfrítíðina byrjaði Maskingrevstur at leggja nýggja kloakkskipan í Nólsoy. Hetta er ein liður í ætlanini hjá Tórshavnar kommunu at fylgja tilráðingini hjá Umhvørvisstovuni sum mælir til, at allar kommunalar kloakkskipanir fylgja einari ætlaðari kunngerð um, at í seinasta lagi ár 2010 skulu allar kloakkir verða reinsaðar og førdar út á streymasjógv.
Marin Kartina Frýdal, forkvinna í Teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráð, sigur, at hendan samgongan nýtir millum 15 og 18 milliónir krónur um árið til at rensa áir og havnaløg fyri skitið spillvatn, og at føra útleiðingina út á streymasjógv.
- Í hesum valskeiðinum rokna vit við at brúka einar hundrað milliónir krónur til hetta endamálið, sigur Marin Katrina Frýdal.
Í Nólsoy verður talan um at leggja eina spildurnýggja kloakkskipan, sum skal leiðast norður um Kirkjutanga og haðani út á streymasjógv. Alt spillvatnið verður leitt gjøgnum reinsiverk, og eisini verður neyðugt at seta upp pumpuverk, tí í støðum verður talan um mótbrekku.
Kostnaðurin fyri arbeiðið liggur um 7 milliónir krónur. Arbeiðið verður ætlandi liðugt í mars mánaði komandi ár, og tað er Sp/f Maskingrevstur hjá Frank Hellisdal, sum ger arbeiðið.