Nýggj kloakkskipan

Hestur: Tórshavnar býráð hevur samtykt á fundi at farast skal undir arbeiðið at gera nýggja kloakk í Hesti.
Hest kommuna fekk tilboð um gerð av arbeiðinum. Tað var P/f J&K Contraktors, ið hevði lægsta boð uppá góðar 2,4 mió. kr. við 6,25 % mvg.
Samlaði kostnaðurin við projektering, eftirliti og øðrum verður mettur til 3,2 mió. kr.