Nýggj kapping til tey yngru

Millum uppskotini til aðalfundin hjá Flogbóltssambandinum er eitt, har ætlanin er at umskipa kappingina hjá yngru deildunum

 

Aðalfundur


Nú flogbóltsárið er lagt aftur um bak við gallaveitslu og tí sum har til hoyrir, tykist tíðin vera komin, har kappingarárið skal endurskoðast.

Flogbóltssambandið hevur nevnliga aðalfund í dag, leygardagin, og sum vera man, eru ymisk mál, sum partarnir á hesum hava sett sær fyri at betra.


Broyting hjá teimum yngru

Eitt av fleiri spennandi uppskotum tykist vera eitt frá SÍ, har skotið verður upp at umskipa kappingarreglurnar hjá yngru deildunum.

Við verandi skipan kappast hesi í ymsum felagskappingum ígjøgnum árið, meðan sjálvt FM verður avgjørt í einari og somu kapping. Hetta kann sjálvandi viðføra, at tað ikki altíð er tað liðið, sum hevur staðið seg best í árinum, sum vinnur FM, men hinvegin tað, sum er best júst tann dagin, tá FM verður avgreitt.

Frá SÍ verður skotið upp, at tað í fyrsta umfari verður talan um fýra kappingar, ið til samans skulu gera av, hvat lið kann rópa seg FM-vinnara. Talið av kappingum kann sjálvandi økjast seinni, men fyri fyrst verða so kappingarnar hjá TB, Drátti, Fleyr og Mjølni settar sum avgerandi fyri FM heitið.

Liðini fáa í kappingunum stig eftir, hvussu tey hava staðið seg, soleiðis at fremsta liðið fær trý stig, næstfremsta tvey, meðan triðfremsta liðið fær eitt stig.

Einki er at ivast í, at eitt slíkt uppskot í longdini er meira rættvíst, tá talan skal vera um ein FM vinnara, men har afturat er í øllum førum ein onnur góð orsøk fyri at góðkenna eitt slíkt uppskot.

Tað hevur nevnliga verið ein afturvendandi trupulleiki, at uppmøtingin til kappingina á Tvøroyri ikki hevur verið eins góð, sum hon er til hinar kappingarnar í landinum. Allar helst kemst hetta av fjarstøðuni, sum Suðuroyggin hevur til restina av landinum, men tá TB hinvegin altíð sendir síni lið kring landið, er ilt at síggja nakra haldgóða grundgeving fyri ikki at fara til Tvøroyri.

Annars hevur SÍ eisini eitt annað broytingaruppskot til fundin, og snýr hetta seg um reglurnar, sum yngru leikararnir dystast eftir. Í stuttum kann sigast um hesar, at miðað verður eftir at betra um rørstlu- og plaseringsevnið hjá yngru leikarunum, soleiðis at menningin av hesum kann gerast meira miðvís.

Í samband við yngru leikararnar hevur eisini KÍF sent inn eitt broytingaruppskot, har ætlanin er at minka um aldursmunin millum yngru leikararnar. Hetta skal ætlandi gerast, soleiðis at tveir árgangir hoyra til hvønn aldursbólkin hjá yngru leikarunum.

Einki er at ivast í, at stórur munur er á kropsligu styrkini hjá børnum fyrstu skúlaárini, og tí vildi eitt slíkt uppskot helst minkað um styrkismunin millum leikararnar fyrstu flogbóltsárini. Nakað sum møguliga kundi verið meira eggjandi fyri yngru leikararnar, tá hesi vita, at tey hinumegin netið í størri mun eru javnaldrar.


Kunnu tveitast út

Millum uppskotini til fundin, er eisini eitt uppskot frá Flogbóltssambandinum sjálvum, har skotið verður upp at broyta grein 14 b í kappingarreglunum.

Hendan grein snýr seg um møguleikan at sekta eitt felag, um lið hjá felagnum ikki møtir upp til dystir, soleiðis sum hesir eru ásettir í leikskránni. Sum er orðingin í greinini soljóðandi: »1. og 2. deild. Liðið koyrt úr kappingini, um tað ikki er møtt til tveir dystir.«

Skotið verður upp, at orðingin í hesari framyvir verður soleiðis: » Møtir lið ikki til 2 dystir, avgerð starvsnevndin, um liðið skal vera koyrt úr kappingini, ella onnur sekt skal verða givin.«

Í uppskotinum verður eisini lagdur dentur á, at felagið, sum verður sektað, eisini skal hava møguleika at kæra málið til dómsnevndina, um so er, at ónøgd er um avgerðina hjá kappingarnevndini.

Undan hesum hevur eisini verið gjørligt at kæra slík mál til dómsnevndina, men við nýggju reglunum tykist umsitingin av málinum at verða flutt nærri starvsnevndini. Tað er tó væntandi, at tað eisini framyvir verður meginreglan, at lið verður koyrt úr kappingini, um uppmøtingin ikki er nóg góð, men fyrimunurin við regluni tykist vera, at umsitingin av hesi nú fyrst og fremst er flutt til starvsnevndina. Tað kunnu jú vera serligar umstøður, sum tala fyri at ganga ímóti meginregluni, og í slíkum førum er tað einfaldari, um tað er starvsnevndin, sum tekur avgerð í málinum. Áður var tað jú soleiðis, at liðið skuldi tveitast út, meðan tað við nýggju reglunum kann tveitast út.


Verður spennandi

Annars er eisini innkomið ein áheitan frá Nøvuni, har heitt verður á FBF um at býta dystirnar meira javnt yvir árið. Hetta fyri at sleppast kann undan, at einstøk lið skulu bíða í upp til ein mánað, meðan eingin dystur er á skránni, fyri síðani at leika fleiri dystir innan stutt tíðarskeið. Hetta tykist mest at vera ein spurninguri um at leggja kappingina til rættis, og lítið er at ivast í, at tey í FBF eru sinnað í at gera eina ítøkjuliga roynd at ganga áheitanini á møti.

Sambært reglunum hjá FBF er skráin fyri aðalfundin annars soleiðis, at eftir val av orðstýrara verður fyrst greitt frá virki FBF?s í farna árinum. Síðandi verður framløga av grannskoðaðum roknskapi, áðrenn innkomnu málini verða viðgjørd.

At enda verður so vl av nevndum, tiltakslimum og grannskoðara á skránni.