Nýggj ákæra ímóti Karadzic

Fyrrverandi bosniaserbiski leiðarin, Radovan Karadzic, verður nú av nýggjum ákærdur fyri fólkamorð. Tað gjørdi krígsbrotsmannadómstólurin í Haag av í gjár.

Karadzic var longu frammanundan ákærdur fyri at hava havt ábyrgdina av, at hundraðtúsundtals ikki-serbar blivu riknir úr Bosnia, tá borgarakríggið har tók seg upp í 1992.

Ákæran um fólkamorð varð eisini frammi í fjør, men varð tá forkastað. Men nú hevur ein kærumyndugleiki í sambandi við krígsbrotsmannadómstólin loyvt, at ákæran verður roynd í rættinum av nýggjum.

Radovan Karadzic er eisini ákærdur fyri fólkamorðið í Srebrenica í juli 1995, sum kostaði yvir 8.000 bosniaserbiskum dreingjum og monnum.