Fjepparafelagið hjá KÍ hevur í dag givið út fløgu við 10 nýggjum sangum, sum savna seg um fótbóltsfelagið hjá norðoyingum. Bláa Bylgjan hevur arbeitt við fløguætlanini í eitt ár, og nú er fløgan at fáa til keyps í handlum í Klaksvík.
Millum tey, sum hava skrivað sangir á nýggju KÍ-fløguni, eru Karl Martin Samuelsen, Eyðun Nolsøe, Steintór Rasmussen, Jákup Marnar Anthoniussen og Rani Nolsøe. Hesi og onnur syngja eisini á fløguni.
Bláa Bylgjan heldur, at brúk hevur verið fyri nýggjum KÍ-sangum, og tí hevur fjepparafelagið tikið stig til útgávuna.










