Tað verður við stórum skíggja, tá iPhone 5 kemur á marknaðin í september, og nýggja útgávan kemur við betraðum myndatóli. Tað skuldi verið púra bist, at skíggin verður alla breiddina av telefonini. Eitt slag av vegg-til-vegg touch-skíggja.
Samstundis eru komnar myndir fram sum vísa, at blitsið verður eitt sindur burtur frá sjálvum linsanum. Á iPhone 4 vóru blits og linsi tætt saman og tað gav ávísar trupulleikar.
Tað er ein kinesiskur undirveitari hjá Apple, sum hevur likið myndirnar, og tað er ikki fyrstu ferð.
iPhone 5 verður væntandi í handlunum í september, skriva danskar heimasíður.