Nýggj internet-útbúgving

FJØLMIÐLAR. Universitetið í Roskilde í Danmark fer í august mánaði at bjóða eina nýggja eftirútbúgving til journalistar, programfólk og kunningarfólk.

Útbúgving fer at verða rópt Master of Computer-Mediated Communication, og meginparturin av undirvísingini fer fram á internetinum. Gjøgnum parttíðarlesnað í tvey ár ber til at fáa eitt prógv í formiðling á internetinum.

Fólk fáa eina teoretiska og praktiska vitan um at viðgera, meta um, leggja til rættis og menna formiðling gjøgnum ymsar altjóða internetmiðlar.

Útbúgvingin kostar 40.000 krónur um árið, og hon er fyri fólk, sum ætla at nýta ella gerast betri til at skriva á internetinum.

Fleiri upplýsingar fáast á www. cmc.ruc.dk.