Nýggj hvít iPhone í vár

Tað hava verið nógvar søgur um nær nýggja hvíta iPhone 4 kemur í handlarnar, og Apple váttar nú, at tað verður um ikki so langa tíð. Síðani iPhone 4 kom á marknaðin í juni í fjør hevur Apple lovað, at tað nokk skuldi koma ein hvít útgáva av prísløntu smartphone frá felagnum.

Tað hava gingið nógvar søgur um, at telefonin longu skuldi verið í framleiðslu, so hon kundi koma í handlarnar í apríl.

Aðrar søgur hava gingið út upp á, at eingin hvít iPhone fó at koma, tí eitt nýtt ættarlið av iPhone skuldi vera á trappunum í juni ella juli.

Men nú sigur varastjóin í Apple, Phillip Schiller á síni twittersíðu, at hvíta útgávan er á veg.

Hvíta iPhone 4 er á veg og fæst í vár, skrivar Philip Schiller.