Nýggj humlu-øl frá Føroya Bjór

Næsta Sct. Brigid ølin í 120 ára føðingardagshaldinum kemur á marknaðin hósdagin Hesa ferð er talan um sonevnda IPA-øl, sum verður bryggjað í avmarkaðari nøgd.

IPA er ein bjór, ið varð bryggjað í Onglandi seinast í 1800 talinum. Ølin varð serliga útviklað og samansett fyri at halda góðskuna alla ta longu ferðina til India. Fyri at røkka hesum máli, nýttu bryggjaríini nógva humlu, eins og alkohol-innihaldið varð hækkað. Hetta seinna kann tó ikki vera meira enn 5,8% í Føroyum.

Sct. Brigid IPA er ein gylt, yvirgerað øl, har átta ymisk sløg av malti og fýra sløg av humlu eru nýtt.

Smakkurin er meira fyldigur frá maltinum og avrundaður við eini kraftigari bitturheit frá nógvu humluni. Hetta ger bjórina heldur beiskari enn onnur bjór sløg, verður sagt av Føroya Bjór.