Nú fara Íverksetarahúsið og Felagið Vágar í gongd við at fremja ítøkiliga íverksetan í Vágunum. Fyrsta átakið verður eitt vinnuligt íverksetarakvøld 2. juli Á skránni hendan dagin verður eitt nú fokus á at menna nýggj vinnulig hugskot, bæði til nýggj og verandi virki.
Yvirskriftirnar eru:
Frá hugskoti til handling ? hvussu arbeiðir íverksetin?
Nýskapandi handiskonsept ? hvussu skapa eitt sterkari varugrundarlag?
Vegurin til fleiri og nýggjar kundar ? hvussu raka vit teir røttu kundabólkarnar?
Í seinna partinum er fokus á vøkstur í verandi fyritøkum við hjálp av vakstrarætlanum.
Yvirskriftirnar eru:
Planlegg vøksturin ? um ymiskar hættir at vaksa uppá
Um at fáa teir røttu medarbeiðararnar, og menna seg frá íverkseta til leiðara
Um at fíggja vøksturin ? at fáa bankan við uppá tey góðu hugskotini
Fundurin verður skipaður við innleggum og dialogi við og millum luttakararnar.
Allir luttakarar fáa amboð til at menna vinnulig hugskot við sær til húsa.
Eftir summarfrítíðina fara Íverksetarahúsið og felagið Vágar at fylgja tiltakinum upp við inspiratiónsskeiði og ráðgeving.
Tað verða David Madié, stjóri í altjóða íverksetara fyritøkuni Startup Company, og Rani Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum, sum leiða íverksetarakvøldið.










