FM1 fer nú at útbyggja sendingina "SportBoxina" fríggjadagar.
"Fótbóltspanelið" verður sent millum klokkan 16 og 17, og upptaktssending til flogbólt verður send millum klokkan 15 og 16.
Nýggi tátturin er, at upptaktssending til hondbólt verður hvønn fríggjadag millum klokkan 14 og 15 meðan hondbóltskappingin er í gongd. Í sendingini verða landskappingarnar hjá monnum og kvinnum umrøddar. Landsliðini, landsliðsvirksemi og føroysku hondbóltsútisetarnir verða eisini á breddanum. Tá EM og HM-endaspøl eru í hondbólti í desember og januar verður tað eisini viðgjørt í sendingini.
Vertur fyri hondbóltssendingini verður Sjúrður Hildarsson Hoydal.
Gestir hjá Sjúrði H. Hoydal fríggjadagin verða Sonni D. V. Larsen, landsliðsvenjari um venjingardystirnar ímóti Finnlandi, Claus Rasmussen, prát um Okkara og SMS-deildirnar, og so verður Hallur Danielsen eisini gestur til eitt prát um landsliðsvirksemið hjá HSF.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Samrøðurnar sum eru í sendingini koma eisini út á in.fo.