OM Føroyar hevur fingið eina nýggja heimasíðu, har tað eru nógvir møguleikar at fylgja við arbeiðinum hjá felagsskapinum.
Felagsskapurin OM, sum stendur fyri Operation Mobilisation, er væl kendur í Føroyum.
Fyrsti føroyingurin var við OM longu fyrst í 60-unum, og síðani tá hava nógvir føroyingar verið 'úti við OM'.
Í Føroyum var OM í nógv ár mest kent fyri skipatænastuna, og nógvir føroyingar hava verið við skipunum hjá felagsskapinum. Okkara gamla Norrøna varð seld til felagsskapin og umdoypt til Logos Hope og hava øll skipini hjá felagsskapinum, Logos, Logos II, Logos Hope og Doulous, vitjað í Føroyum.
Seinastu árini er tað tó Teen Street, sum hevur verið mest sjónliga tiltakið hjá OM. Hetta er ein árlig ungdómsstevna í Týsklandi, har yvir 100 føroyskir ungdómar taka lut hvørt ár.
Á nýggju heimasíðuni er kunning um felagsskapin og um ymisku tiltøkini, sum tað ber til at vera partur av. Eisini er ein teigur við íblástri, har ein millum annað kann lesa tíðindi um tað, sum OM ger ymsa staðni í heiminum.
Sum aðrir trúboðarafelagsskapir, so er arbeiðið fíggjað av gávum og tí er eisini ein møguleiki at geva eina gávu beinleiðis á heimasíðuni til ymiskar verkætlanir hjá felagsskapinum.
Nýggja heimasíðan er at finna á adressuni www.om.fo.