Nýggj heimasíða til Kyndil

kyndil.fo hevur fingið eitt ordans andlitslyft, umframt at tíðindastreymurin á síðuni ætlandi skal verða meira regluligur
Á nýggju heimasíðuni ber til at fáa upplýsing um mangt og hvat, sum er hent hjá Kyndils-fólkum. Eitt nú kunning um venjingartíðar, dystaryvirlit, hvør skal døma hvar og so framvegis.
Eisini inniheldur heimasíðan bæði greina- og myndasavn. Søguligt yvirlit yvir úrslit hjá felagnum, teldutøkar leikskráir og mangt annað. Slóðin á síðuni er enn sum áður www.kyndil.fo