Nýggj heimasíða

Ein av mest kollveltandi avdúkingunum hjá Tjóðveldinum í morgun var nýggja heimasíðan, sum eitur www.tjodveldi.fo. Á hesi síðu ber til hjá veljaranum at koma í samband við sítt umboð umvegis mail, blogg ella sonevndar ?youtube?-kykmyndir.

-Vit vilja hava samband við veljaran. Tað gongur ikki í 2007 bert at seta ein kross 4. hvørt ár, og so ikki hava nakra ávirkan á politisku avgerðirnar næstu fýra árini. Tí hava vit valt at gera hesa heimasíðuna, her lætt er at kjakast, koma við persónligum hjartamálum og geva okkum politikarum viðmerkingar, segði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldinum.

Hann heldur, at hetta samstundis er ein upplagdur møguleiki at náa ungdóminum, sum við hesum møguleikunum framyvir ikki bert verða áskoðarar, men kann gerast aktivur í flokskjakinum og harvið fáa onnur mál á dagskránna.