Nýggj heima­síða

Business-line fingið nýggja heimasíðu

Vinnuportalurin Business-line hevur fing­ið nýggja heim­a­síðu.
Seinastu 10 árini hev­ur Business-line ver­ið høv­uðs­veitari av rokn­skapar- og virk­is­upp­lýs­ing­um um før­oysk­ar fyritøkur.
Við nýggju heim­a­síð­uni víðkar Business-line sínar tænastur, so lætt­ari verður at fylgja gongd­ini í før­oysku vinnuni, m. a. við dagligum skrá­set­ing­um av broytingum innan nevnd, stjórn, vm.
Ein nýggjur táttur í nýggju heimasíðuni er “sein­astu vinnuvideo”, har nýggjar sjón­banda­u­pp­tøkur um før­oysk­ar fyritøkur verða at síggja.
Tað er Sendistovan, sam­an við Rógva Siv­ert­sen, snið­geva í Keyp­manna­havn ­ið hava stað­ið fyri fram­leiðsl­uni av nýggju heim­a­síðuni hjá Business-line, ið er at finna á.bl.fo.