Tá ið tingfundur er á skránni í morgin, skulu tingfólk umrøða trý uppskot um at byggja fýra nýggjar almennar bygningar í Havn. Fyrst fyri er uppskotið um at byggja nýtt Barnaheim. Um uppskotið stendur millum annað, at hendan verkætlanin hevur til endamáls at útvega betri og størri karmar til børn og ung í Føroyum, sum verða sett heiman og til familjur, sum verða innskrivaði til familjuviðgerð á Barnaheiminum. Uppskotið stendur at kosta í mesta lagi 60 milliónir.
Næsta uppskotið, sum løgtingið skal kjakast um í morgin, er eitt uppskot um at byggja tveir vardar bústaðir í Havnini. Um uppskotið stendur, at hetta er liður í at bøta um umstøðurnar hjá fólki, ið bera brek í Suðurstreymoy.
- Verandi bústaðir og bústovnar eru í ringum standi, bíðilistin til búpláss er langur, og eingi tøk pláss eru í skipanini til bráðfeingis búpláss. Fleiri av verandi bústøðum í Tórshavn til fólk við menningartarni eru í gomlum og slitnum sethúsum, ið ikki eru hildin við líka, og sum aloftast ikki eru hóskandi til endamálið. Eirargarður er einasti vardi bústaður, sum í síni tíð varð bygdur til endamálið, skrivar Eyðgunn Samuelsen í almennu viðmerkingunum. Uppskotið kann kosta í mesta lagi 58 milliónir.
Triðja uppskotið, sum løgtingið í morgin skal viðgera, snýr seg um eitt bú- og umlættingarheim til børn og ung við autismu. Um uppskotið skrivar Eyðgunn Samulensen, at børn og ung við autismu hava serligan tørv, sum familjurnar í fleiri førum ikki megna at møta.
- Fyri at bæði børnini og familjur teirra kunnu hava eitt nøktandi lív er umráðandi, at tað almenna veitir hóskandi dagtilboð, umlætting og í ávísum førum bústað. Tørvur er í dag á einum nýggjum stovni, sum bæði kann rúma búplássi, umlættingarplássi og ymsum stuðulstilboðum í gerandisdegnum, stendur í almennu viðmerkingunum til uppskotið. Uppskotið kann kosta í mesta lagi 29 milliónir.