Leygardagin 7. mars 2009 kl. 13:00 verður nýggja havnin á Oyrareingjum alment tikin í brúk.
Heimasíðan hjá Tórshavnar Kommunu sigur, at hátíðarhaldið í sambandi við, at nýggja havnin á Oyrareingjum alment verður tikin í brúk, byrjar kl. 13:00, tá Havnar Hornorkestur spælir.
Síðani er skráin hendan:
kl 13:15 Jákup Símun Simonsen, formaður í havnanevndini, flytir fram røðu
kl 13:25 Havnar Hornorkestur spælir
kl 13:30 Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jákup Símun Simonsen, formaður í havnanevndini, klippa snórin
kl 13:35 Alment kaffiborð umborð á Smyrli, sum liggur við bryggjuna, har myndin er tikin.