Landssjúkrahúsið
Almenna móttøkan verður hósdagin 23. februar 2006, kl. 14 - 16, og øll eru vælkomin at hyggja framvið. Nýggja forhøllin verður prýdd við forvitnisligari list, sum Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fer at avdúka á móttøkuni.
Við nýggju forhøllini hevur Landssjúkrahúsið fingið møguleika fyri at bjóða sjúklingum, vitjandi og viðskiftafólki annars nógv betri karmar, tá tey hava ørindi á sjúkrahúsinum. Sjúkrahúsið hervur samstundis fingið eina nýggja høvuðsinngongd, sum er ætlað øllum teimum, ið ikki hava tørv á bráðfeingis hjálp. Inngongdin er væl avmerkt og verður opin millum kl. 7 og 21.
Gongdin innan sjúklingaviðgerð er, at ein alsamt størri partur av viðgerðunum er ambulantur, heldur enn at sjúklingurin verður innlagdur. Hetta setir krøv til, at sjúkrahúsið hevur umstøður at taka ímóti fólki, sum koma úr øllum landinum og mangan mugu ferðast langt. Við nýggju forhøllini hevur Landssjúkrahúsið fingið eitt ljóst, opið og hugnaligt umhvørvi við kafé, har fólk kunnu sita og fáa sær ein drekkamunn ella okkurt til matna, í sambandi við ørindini á sjúkrahúsinum.