Nýggj hús í Mykinesi

Tað er ikki á hvørjum degi, at hús verða reist í Mykinesi, men tað hendi hóadagin

Tað var stórur dagur í Mykinesi fyrradagin, tá nýggju húsini hjá tí 26 ára gamla Anton Joensen vórðu reist.

Grundstykkið varð grivið út í fjør og grundin stoypt. Í summar hava menn so smíðað húsini, og í gjár vórðu tey reist. Nýggju húsini standa í geilini oman fyri bygdina.

Tann, sum seinast bygdi í Mykinesi, var Kjell Nattestad, sum eins og Anton Joensen er uppvaksin í Miðvági, skrivar joanisnielsen.fo