Nýggja granskingarnevnd er sett í dag av landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam.
Tað skrivar Granskingarráðið á heimasíðu sínari.
Granskingarnevndin ráðgevur landsstýrinum og vinnulívinum í granskingarpolitiskum spurningum, og hon skal eisini leiðbeina og ráðgeva granskarum í granskingarspurningum.
Granskingarnevndin umsitir granskingargrunnin og tekur endaliga støðu til, hvørjar umsóknir verða stuðlaðar.
Nýggja nevndin sær soleiðis út:
- Wilhelm E. Petersen, ph.d., stjóri á Vinnuháskúlanum, formaður, tilnevndur av Mentamálaráðnum
- Erika Hayfield, ph.d., lektari á Fróðskaparsetrinum, tilnevnd av Mentamálaráðnum
- Rúni Weihe, deildarleiðari fyri G&M á Havsbrún, tilnevndur av Fiskimálaráðnum
- Richard Schwartson, KT-leiðari hjá Landsapotekaranum, tilnevndur av Heilsumálaráðnum
- Marjun Wilhelm, góðskuleiðari hjá Luna, tilnevnd av Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum
- Durita í Grótinum, góðskuleiðari hjá JFK, tilnevnd av Arbeiðsgevarafelagnum
- Helgi Eidesgaard, savnshjálpari á Landsskjalasavninum, tilnevndur av løntakarafeløgunum
5 fólk eru nývald, tey eru Wilhelm E. Petersen, Erika Hayfield, Rúni Weihe, Marjun Wilhelm og Helgi Eidesgaard.