Tó vil Simme A. Jacobsen, fyriskipari, ikki nágreiniliga siga, nær vit aftur kunnu vænta at síggja eina Grøna Sangbók á handilshillunum:
- Vit eru komin væl ávegis, men eg tori ikki at siga akkurát, nær hon kemur út. Um eg skal geva eitt boð, vænti eg, hon kemur seint í heyst.
- Í løtuni stríðast vit við at seta tað seinasta saman. Nógvir nýggir sangir eru gjørdir, síðan Grøna Sangbók kom út á fyrstan tíð. Næstan allir teir somu sangirnir verða í, men so verða nakrir nýggir lagdir afturat. So nýggja sangbókin verður rúgvusmiklari enn tann gamla. Somuleiðis verður hon betri skipað í allar mátar og bert til keyps við spirali, sigur Simme A. Jacobsen.