Annika B. Mortensen
????????????????
Í dag klokkan 15 opnar fyrsta stakframsýningin hjá Ann Højgaard Slot í Smiðjuni í Lítluvík.
Ann er útbúgvin lærari í myndlist, hon starvast í Århus men er annars havnardama. Hon hevur tikið mong ymisk skeið í myndlist, hevur verið á Vester Møllegaard Kunsthøjskole, á Listaháskúlanum í Århus og á listaskeiðum í Hollandi.
Ann hevur eldhuga fyri list og fyri at læra børnum list. Hon ætlar sær í næstum í gongd við eina diplom útbúgving í myndlist; "list sum lærugrein smokkar ofta burturímillum og er ikki heimsins lættasta at læra børn, tí vil eg hava meira útbúgving fyri at verða ein betri lærari".
Sjálvt um Ann er búsitandi í Danmark eru tað Føroyar sum eru myndevni í málninugum hennara og hon ferðast ofta heim á klettarnir. Verk hennara eru figurativ, rættiliga litrík, ikki naturalistisk og verða at síggja í Smiðjuni í Lítluvík til tann 14. apríl.