FMP
Dómsnevndin vísti á, at undanfarin ár hevur valið av Ársins Virki náttúrliga staðið millum virki, sum gjøgnum fleiri ár hava prógvað sítt virði í mun til tað metingargrundarlag, sum nevndin brúkar.
- Men við tí opin¬leika og gjøgnumskygni, sum nú er tøkt og alment, eru møguleikarnir fyri vali av Ársins Virki vorðnir víðari, enn teir hava verið. Eins og undanfarin ár, hevur aftur í ár verið trupult at valt í millum tey virki, sum kunnu koma upp á tal.
Í 2005 gjørdi nevndin tí av at heiðra eitt nýtt virki, sum framum onnur hevur lagt seg eftir at ganga nýggjar leiðir - í framleiðslu, vøruvali og útflutningi.
- Hetta hevur eydnast FMP (Faroe Marine Products) við góðum fíggjarligum úrslitum. Í javnbýttum samstarvi við útlendskar fyritøkur við kunnleika um marknað og tøkni, hevur Høvdavirkið troytt lítið brúktar partar av tí tilfeingi, sum er tøkt í Føroyum.
Dómsnevndin sigur, at Høvdavirkið eisini er tænastufyritøku hjá fiskavirkjum, sum bjóðar eina heildarloysn fyri høvd og ryggir, sum hon turkar og selir á nigerianska marknaðinum, har serliga turkaðu høvdini eru ein delika¬tessa.
- Høvdavirkið gagnnýtir hita, sum annars hevði farið upp í royk, og virkið hevur gjørt stórar íløgur í arbeiðssparandi tøkni og digitala stýring av góðskuni. Stýriskipanir og fleiri av maskinunum eru mentar til Høvdavirkið, og onkur er enn eindømi í heiminum.
Dómsnevndin segði, at Høvdavirkið støðugt roynir at finna nýggjar framleiðslur og marknaðir fyri at kunna bjóða føroyskum og útlendskum virkjum innan fiskivinnu og alivinnu tænastur at virka nýggjar og kendar vørur til sermarknaðir.
- Talan er sostatt um týðandi undangongu innan føroyska fiskavirking, segði dómsnevndin, sum soleiðis ikki var í iva um Ársins Virki í 2005.









