Frímerkini mynda Jens Chr. Svabo, epli og røtur og jólasangir meðan postgjaldsmerkini mynda kappróður. Fyrsta frímerkjarøðin heiðrar Jens Christian Svabo, sum í dag stendur sum ein av størstu mentamonnum í Føroya søgu. Virðið á teimum fýra frímerkjunum er 6,00, 12,00, 14,00 og 22,00 kr. Anker Eli Petersen hevur lagt til rættis.
Næsta útgávan myndar nakað so vanligt sum epli og røtur. Røtur eru gamlar í Føroyum og nógv eldri enn eplini, sum ikki vóru vanlig fyrr enn miðskeiðis í 19. øld. Áðrenn eplini komu, so høvdu tey bert røtur afturvið døgurðamatinum. Virðini eru 6,00 og 8,00 kr. Edward Fuglø legði til rættis.
Seinasta útgávan í hesum umfari eru tey árligu jólafrímerkini, sum í ár mynda tveir av okkara kendu jólasangum ?Lítla fitta nissa mín? og ?Á barnaárum ungu?. Virðini eru á frímerkjunum eru 6,00 og 10,00 kr. 20 Anker Eli Petersen legði til rættis.









