Nýggj frálæruskipan byrjar næsta mánað

Nýggj frálæruskipan byrjar næsta mánað

Skeið í føroyskum og enskum frá byrjanarstigi til hástig fevna um annaðhvørt seks vikuskifti, t.e. fríggjakvøld til sunnudag, ella fýra vikur, t.e. mánadag til fríggjadag, og byrja í septembur.


Sum lýst hevur verið í bløðunum, fer nýggi Skeiðsdepilin á Langasandi undir virksemi sítt komandi mánað. Skeiðini eru øll vistarskeið, har luttakarar gista á Deplinum, meðan skeiðini fara fram. Hildið verður til í nýumvaldum húsum, ið er innrætta júst til endamálið.

Í føroyskum verða trý skeið: Eitt, sum mest snýr seg um rættskriving og málrøkt fyri fólk, ið kenna seg ótrygg í móðurmálinum; eitt hægri skeið, sum fevnir um málsøgu, málfrøði og bókmentir í víðastu merking og vendir sær til fólk, ið duga grundarlagið í rættskriving og føroyskari bókmentasøgu. - Eisini er eitt skeið fyri útlendingar, sum ikki duga norðurlendskt mál, men hava tørv á ella áhugað fyri at læra føroyskt, bæði í talu og skrift.

Í enskum verða somuleiðis trý skeið. eitt, sum er á byrjanarstigið og snýr sær til teirra, ið halda seg duga lítið ella einki enskt; eitt framhaldsskeið, har stigið er nakað hægri, og har fólk kunnu menna tann málsliga førleikan, tey annaðhvørt einaferð høvdu, ella koma áleiðis í at fata og tala, lesa og skriva hampuligt enskt. Triðja stigið er á hástigi og snýr sær til teirra, sum duga sámuliga enskt, men sum vilja gerast før fyri at nýta málið virkið í talu og skrift.

Øll skeiðini enda við próvtøku, sum lutakararnir sjálvir gera av, um tey vilja fara upp til; annars fáa øll próvbræv, sum váttar luttøku á viðkomandi skeiði. Próvtøkunum í føroyskum skipar Depilin fyri saman við øðrum, men tær í enskum eru altjóðaligu University of Cambridge próvtøkurnar.

Luttakaratalið á hvørjum skeiði er avmarkað til umleið 12, tí royndir vísa, at einstøku luttakararnir fáa ov lítið burtur úr, um bólkarnir eru nógv størri. Tí dentur verður lagdur á, at øll fáa høvið til at taka virkið lut í frálæruni. Skeiðini eru ikki fullsett enn, og tikið verður inn í teirri røð, fólk tekna seg, til talið er fult; men fólk hava longu teknað seg til flestu skeiðini - eisini tey, ið ikki eru umrødd her.