Nýggj flutningsfyritøka stovnað

Frá juli mánaði fer partafelagið Fresh Link at reka farmasigling millum Toftir og Scrabster Tað eru fyritøkurnar Valhalla á Toftum og Rainbow Seafood í Havn, sum í felag hava stovnað Fresh Link, ið hevur fýra milliónir krónur í partapeningi.

Stjóri í nýstovnaða felagnum er Ingun Olsen úr Saltangará, sum í nógv ár hevur arbeitt í shippingvinnuni.

Nevndarformaður er Andreas F. Hansen, sum hevur útbúgving innan flutningsvinnu og í mong ár hevur starvast innan fiskivinnuna. Hinir nevndarlimirnir eru Páll Gregersen, Peter V. Nørgaard, Regin Mikkelsen og Lena Leivsdóttir.