Nýggj fløga við útlendskum og heimligum gestasangarum

Í næstum kemur út fløga við bólkinum Zamar. Fløgan nevnist "Lat ljósið brenna".

 

Bólkurin Zamar, sum er Eyðun Jacobsen saman við døtrunum Birgit Nónklett, Kristina N. Hansen og Heidi N. Jacobsen, bleiv stovnaður í 2008. Tey hava útgivið eina fløgu, sum kallast "Vit eiga vón". Nú koma tey so við enn einari fløgu, sum hevur fingið heitið "Lat ljósið brenna". Tónleikurin er innspældur í Crossroads Studio í Arden í Nashville av dugnaligum amerikanskum tónleikarum. Røddirnar eru tiknar upp í Raclip Studio í Hvannasundi. Fløgan er ljóðblandað og mastrað í Crossroads Studio.

 

Stílurin er southern gospel og country.15 sangir eru á fløguni, harav 13 eru á føroyskum, meðan tveir eru á enskum.

 

Á hesi fløguni eru eisini gestasangarar við. Kvartettin í Betesda luttekur við einum sangi. Tað eru umleið 38 ár síðani, teir vóru í studio seinast.

 

Ein annar spennandi gestur á fløguni er kendi amerikanski countrysangarin Woody Wright. Woody er m.a., kendur frá Gaither Homecoming, og hevur hann skrivað eitt ótal av sangum, og hevur hann eisini fleiri fløguútgávur á baki. Á fløguni syngur hann ein av sínum egnu sangum saman við Zamar.

 

Mánakvøldið 25. mars klokkan 19.30 verður so ein útgávukonsert í Kelduni, Skálafirði. Umframt fløguaktuella Zamar, saman við dugnaligum tónleikarum, so luttekur Kvartettin í Betesda.

 

Tað hevur eisini eydnast at fáa sjálvan Woody Wright at koma til Føroyar fyri at taka lut á útgávukonsertini hjá Zamar.

 

Í morgun tosaði morgunsendingin hjá Rás2 við Eyðun Jacobsen og Godtfred Joensen, sum hevur verið tónlistarligur ráðgevi í samband við framleiðsluna av fløguni. Tað ber til at hoyra prátið við Eyðun Jacobsen og Godtfred Joensen undir greinini. Í ljóðbrotinum hoyrast stutt brot av nøkrum av sangunum av tí nýggju fløguni.