Fyrstu ferð, Evi Tommysdóttir Djurhuus sang alment, var í sínum egna brúdleypi í august mánaði. Nú er hon at hoyra á einari fløgu við tveimum countrysangum. At lopið ikki altíð nýtist at vera so langt, kann 29 ára gamla Evi Tommysdóttir Djurhuus í Porkeri óivað skrivað undir uppá. Hóast tað altíð er blivið sungið nógv í familjuni og tey altíð hava lurtað dúgliga eftir sangi og tónleiki, var tað ikki fyrr enn á hennara egna brúdleypsdegi, at hon fyri fyrstu ferð sang nakað alment.
Eftir at hava vant náttina fyri brúdleypið, sang Evi ein sang fyri manninum, ið kvitteraði við at geva henni ein gittara í morgungávu. Síðani hevur hon ikki helmað í, men spælt og sungið sum ongantíð fyrr. Og nú er tað næsta stigið eisini tikið, tí út er komin ein fløga við tveimum góðum, gomlum country-slagarum.
Fløgan eitur ?How?s the world treating you?, sum eisini er heitið á øðrum sanginum, og hin er ikki minni kendur, ?He?ll have to go?. Upptøkurnar eru gjørdar í Kris-Stuff Studio í Hoyvík, har Jákup Zachariasen hevur staðið fyri upptøkunum og lagt sangirnar báðar til rættis. Pætur við Keldu og Heiðrun Petersen spæla eisini við á øðrum sanginum, har Pætur somuleiðis leggur rødd til.
Tað ber til at keypa fløguna frá Effo, Expert og Tutl, og hon kostar 69 krónur.