Nýggj fløga við Willie Nelson og Wynton Marsalis tann 7.juli. fløgan er ein blanding av ymsum sjangrum, so tað verður spennandi at hoyra hesar dugnaligu tónleikararnar aftur. Vanliga er Willie Nelson kendur sum country tónleikari, kanska er hann tann kendasti innan hetta øki. Men mangt bendir á, at um ikki langa tíð verður hann eisini kendur fyri jazz og blues tónleik. Hann er nevniliga farin undir at samstarva við tann víðagitna framúrskarðandi trompetspælarin Wynton Marsalis. Teir báðir spældu eina fløgu inn í New Yorks intime The Allen Room i januar 2007 og kemur hon út á marknaðin tann 7. juli. Hendan fløgan kallast ?Two Men With the Blues?, og umframt Harra Nelson og Wynton Marsalis, verður tónleikurin suppleraður við eini feitari kvintett. So um tær dámar Country, Jazz, Blues ella kanska alt blandað, er hetta eitt sera gott tilboð til tygara.










