Nýggj fløga løgd fram í Fuglafirði leygardagin

(Video) Hoyr 15 ára gomlu Mariu á Lakjuni syngja sangin "Smílið" frá nýggju fløguni

Fyri stuttum kom nýggj fløga á marknaðin, ið er nevnd "Tá eg hugsi um teg". Tað er 15 ára gamla Maria á Lakjuni úr Fuglafirði, sum hevur givið út saman við pápa sínum, Eyðuni á Lakjuni.

 

Á fløguni eru 10 sangir, sum allir eru uppruna føroyskir - og flestallir teirra eru eisini spildurnýggir. Niclas Johannesen hevur produserað og spælir eisini sjálvur bæði guitar og keyboard á útgávuni, og tað er Óli Poulsen, sum hevur mixað og mastrað, og harafturat spælir hann eisini bass.

 

Leygardagin 15. oktober klokkan 16 fer Maria á Lakjuni at hava ókeypis útgávutiltak í Ribarhúsi í Fuglafirði, har høvi verður at ogna sær eina signeraða fløgu. Teir báðir brøðurnir og systkinabørnini hjá Mariu, Rógvi Odvørson og Bárður á Lakjuni, fara eisini eisini at framføra á tiltakinum í Ribarhúsi.

 

Við at trýsta á pílin á myndini ber til at hoyra lagið "Smílið", sum er á nýggju fløguni hjá Mariu á Lakjuni.