Ensku Radiohead útgevur skjótt eina nýggja fløgu, sum eitur ?In Rainbows?. Radiohead hava ikki givið nakra fløgu út síðan ?Hail to the Thief? íð kom út í 2003. Men men nú er nýggja fløga teirra ?In Rainbows? á veg.
Hetta verður 7. fløgan hjá Radiohead.
Ein heilsan frá guittaristinum Johnny Greenwood á heimsíðuni hjá bólkinum váttar, at síðsta hond er løgd á fløguna:
?Hey øll somul. Well, tann nýggja fløgan er liðug og hon kemur út um 10 dagar. Vit hava kallað hana ?In Rainbows?. Kærastu heilsanir Johnny?
Hetta merkir, at til ber at downloada fløguna frá 10. oktober.
Prísurin fyri downloadingina er ikki fastur. Downloadarirnir kunnu sjálvir avgera hvussu nógv teir vilja gjalda fyri tónleikin.