Petur Pólson hevur seinastu tríggjar mánaðarnar arbeitt saman við Boga á Lakjuni við nýggju fløguni. Hetta er onnur solofløga Peturs, eftir at ?Koma? kom út í 2005.
Bogi á Lakjuni er, eins og á Koma, prodúsari. Harumframt hava Petur og Bogi gjørt at kalla allan tónleikin. Knút Eysturstein hevur tó gjørt eitt lag.
Tónleikararnir á fløguni eru, umframt Petur (sang) og Boga (gittar, bass, keyboards); Eiler Hansen (gittar), Knút Háberg Eysturstein (keyboards, gittar, kór), Jens L. Thomsen (bass), Uni Árting (trummur), Høgni Lisberg (trummur).
Trummurnar vórðu upptiknar í Lundgaard Studios í mai mánaða. Bogi á Lakjuni og Jens L. Thomsen, sum var upptøkuteknikari á Lundgaard, stóðu fyri.
12 løg verða á fløguni, sum enn ikki hevur fingið nakað heiti. Væntandi verður fløgan ljóðblandað av Óla Poulsen í august mánaða og er útgáva sannlíkt í september.
Men ætlanin er at okkurt verður at hoyra longu í summar.