Seinast í hesum mánaðinum gevur Malin Zachariassen út nýggja fløgu við heitinum »Eg vil fylgja«. Fyri fýra árum síðani gav hon út fyrstu fløgu sína »Drekk av vatninum«.
? Tað nýggjast á fløguni havi eg gjørt á páskum í ár, og tann elsti sangurin varð gjørdur í 1998, sum ikki kom við á hina fløguna, greiðir Malin frá.
Alt tilfarið var so at siga klárt fyri hálvum øðrum ári síðani, men so fingu Malin og Jan ein son, so hon bíðaði við at fara í holt við framleiðsluna av fløguni.
Tveir mánaðir
Í juli byrjaðu upptøkurnar so smátt, og tveir mánaðir seinni var fløgan liðugt upptikin. Bert tað eina lagið vantaði, og tað varð upptikið nú fyri stuttum.
Á fløguni eru 12 løg, har Malin hevur gjørt orð og løg til øll sjálv.
Fløgan er liðugt mixað og týsdagin og mikudagin í næstu viku skal hon mastrast.
Ein partur av fløguni er upptikin í Útvarpi Føroya, men meginparturin er upptikin heima hjá Malini og Jan. Tann fyrsti sangurin á fløguni er upptikin heima í køkinum.
Fyrra fløgan »Drekk av vatninum« er útseld í sølubúðunum, men hon verður endurprentað. Tann fløgan varð eisini útgivin á svenskum. Um tað sama verður gjørt við seinnu fløguni er ikki heilt avgjørt enn, tí tað er als ikki vist, at tað letur seg gera at umseta sangirnar.
? Boðskapurin í fløguni er andaligur. Fløgan er ógvuliga fjølbroytt. Har er sálmakendum løgum til popp og stillar balladur, sigur Malin, og greiðir frá, at heitið á fløguni peikar á, at vit hava øll ábyrgd fyri okkara egna lívi.
? Tað nyttar onki, hvat hini gera, og vit eiga at velja, hvønn veg vit vilja ganga, meðan vit enn hava tíð til tess.