Nýggj fløga frá Eivør

Herfyri skrivaði Eivør sáttmála við Copenhagen Records um at útgeva fløgu, sum kemur út á gøtuna komandi hósdag. Samstarvið við Copenhagen byrjar við útgávu av einari EP. EP kemur út í Danmark 5. mars í sambandi við at Eivør skal hita upp til fýra av konsertunum hjá Nephew - 5. og 6 mars í Århus og 10. og 11. Mars í KB høllini í Keypmannahavn.

 

EP´in kemur út í Føroyum tann 11. Mars.

Við á EP´ini eru fýra løg ? Undo your mind, Monster, Wall of Silence og Mussisjúk. Øll fýra løgini eru tikin upp í Lundgaard studio í Danmark og víðariarbeidd í Studio Støkumørk innan Glyvur. Tað er Jens Thomsen, sum hevur produserað. Tónleikarar eru Mikael Blak, Høgni Lisberg og Benjamin Petersen. Tróndur Bogason hevur útsett nøkur av løgunum til kór og strúkarar, Mpiri syngur, og íslendska strúkikvartettin Kaputt spælir.

 

-Við nýggju fløguni møta vit einari vaksnari, djarvari, og eini meira kompromileysari Eivør, ið arbeiðir við spenningum ímillum ljós og myrkur. Tónleikurin hevur meira kant, er elektroniskt inspireraður við dramatiskum kór- og strúkiarrangementum , har skitin guitar-riff verða blandað við atmosferiskum við flótandi syntheffektum. Vit kunnu gleða okkum til eina nýggja, spennandi og øðrvísi fløgu í mun til tað Eivør hevur gjørt seinastu árini, sigur Sigvør Laksá, umboðskvinna hjá Eivør.

 

Sjálv fløgan við ellivu løgum kemur út í Føroyum og Íslandi um miðjan mai og í Danmark í september. Skipað verður fyri tveimum útgávukonsertum í Føroyum í mai og harumframt verður eisini høvi at hoyra Eivør framføra nýggja tilfarið á G! Festivalinum í ár.