Í dag kemur fløgan hjá Benjamin Petersen á gøtuna. Ungi gittarsnillingurin úr
Vestmanna, hevur fingið góða hjálp, sum Benjamin sjálvur tekur til, frá andaliga gubbanum Peturi Pólson.
Fløgan hevur fingið heitið 'Ghost with skin'. Heitið er inspirerað úr kendu røðini CSI, har høvuðsleikarin sigur 'They lived their life as ghost with skin'.
Benjamin hevur latið fløgu út áður, og dugur sera væl at smíða vælsvingandi og
Íoyrafallandi løg. Fáur mann vita, at hann er maðurin handan kenda morgunlagið úr sendingini 'Summarmorgun',har Eivør nynnar okkum úr svøvni, og sum flest allir føroyingar seta í samband við ein ljósan og líggjan summarmorgun.
Við hesari fløguni, sum er meira rock- og elektropopput, staðfestir Benjamin sína
multi kunstnarisku tónleikaeginleikar frammanfyri og aftanfyri mixipultin, og ikki
minst, sum framúrskarandi tónasmið.
Hesum boðar Tutl frá í dag.










