Ovari vøllur í Gundadali í Havn hevur fingið FIFA góðkenning á øðrum sinni. Tað staðfestir Joseph S. Blatter, forseti í FIFA, í brævi til Tórshavnar kommunu um jólini, veit heimasíðani hjá kommununi, torshavn.fo, at siga. Góðkenningin, sum fyrstu ferð varð latin Tórshavnar kommunu í vár, er galdandi eitt ár í senn. Nýggja góðkenningin førir við sær at til og við 30. november 2009 kunnu altjóða dystir leikast á graslíkisvøllinum í Havn. FIFA góðkenningin setir samstundis Tórshavnar kommunu krøv at røkja vøllin væl, skal hann framhaldandi vera í fremstu røð, tá umræður altjóða fótbóltsdystir. Hvørt ár metir FIFA um støðuna. Ovari vøllur í Gundadali í Havn er einasti graslíkisvøllur í Føroyum, sum lýkur krøvini hjá FIFA, og í ár hava NSÍ, HB og B36 spælt altjóða dyst á graslíkinum.
LesarabrøvLesarabrøv