Nýggj fangandi fløga frá FAROE5

Nú er hon her: Fyrsta rættiliga fløgan hjá føroyska gentubólkinum FAROE5 - við bæði orkumiklum dansiløgum og vøkrum, inniligum balladum

 

Fløgan er á tremur við fangandi hitt-løgum, sum seta seg beint í oyruni ? væl framborið av teimum fimm vøkru, ungu songkvinnunum.

Tær fáa her høvi at rættiliga vísa hvørjar tær eru. Ljóðið er nútímans og tekstirnir avspegla samtíðina.

 

Eitt av løgunum er bæði á føroyskum og enskum. Tað er lagið Eina langa nátt, sum ber til at hoyra á www.myspace.com/faroe5.

Annars er helmingurin av løgunum á føroyskum, og hin helmingurin á enskum. Eisini spennandi nýggja føroyska/kanadiska rapp-talentið Thor setur sín stórbýarkenda dám á tvey av løgunum.

 

Fleiri av løgunum eru longu hits: Bara Eitt Spæl, Tú Fert Altíð At Vera Har og ikki minst vakra lagið Tell Me Now, sum vísir eina meira búnað síðu av FAROE5, og júst nú er eisini íoyrafallandi lagið E Vil Hava T sett í umferð á útvarps-rásunum.

 

Á fløguni er bæði meira av somu skuffu, men eisini onnur løg, sum tú kanska ikki hevði væntað frá FAROE5. Fløgan fæst um alt landið.